Login
appnet@appnet.fo

Koyring til innvigingarskipanina hjá LMT


Allur fiskur ella fiskavørur sum verða landaðar, umskipaðar ella uppskipaðar í Føroyum, ella á føroysku landleiðini, skulu um eina góðkenda innvigingarskipan.

vektarseðlar skulu frá 1. juli 2012 sendast elektroniskt í tí sniði, sum Fiskiveiðieftirlitið ásetur.

Avbjóðingin:

Avbjóðingin varð at gera vektarseðlar hjá kundanum talgiltir, sum fyrr vóru sendir í pappírformati, til Fiskiveiðieftirlitið og senda teir í gjøgnum internetið til innvigingarskipanina hjá Fiskiveiðieftirlitinum.

Kundin hevði eina skipan, sum bleiv brúkt til at gera vektarseðlar við.

Appnet broytti núverandi skipan hjá kundanum, so at hon uppfylti krøvini til innvingarskipanina hjá Fiskiveiðieftirlitinum.

Síðan gjørdu vit eina koyring, sum sendi vektarseðilin til Fiskiveiðieftilitið talgilta í gjøgnum internetið.

Hetta ger, at kundin í dag bert trýstir á ein knøtt í núverandi skipan, og síðan hendir alt annað automatisk, og kundin fær eina váttan uppá, at seðilin er sendur og móttikin av Fiskiðveiðieftilitinum.


Teknisk frágreiðing:

Útvíðka núverandi skipan.

Eitt xml-skjal verður gjørt við teimum neyvu upplýsingunum frá databasanum.

xml-skjalið verður síðani sent til fve.fo talgildu móttøkuna via webservice.

Ein loggur verður goymdur í databasanum, og ein skermmynd váttar móttøku.