Starvslýsing – Vit leita eftir einum KT-mennara
Stað: Vágur (møguleiki fyri fjararbeiði)
Starvsbrøk: Hálvtíðarstarv
Vit leita eftir einum dugnaligum KT-mennara til at menna og viðlíkahalda web-loysnir hjá Appnet. Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
Arbeiðsuppgávur
- Menna og viðlíkahalda .NET og Angular grundaðar skipanir
- Byggja UI við Angular, TypeScript, HTML og CSS
- Integrera API
- Debugga og optimera verandi loysnir
Førleikar
- ASP.NET MVC / .NET Core
- Angular, TypeScript, HTML, CSS
- C# og OOP hugtøk
- SQL Server, Mysql og API-integratión
- Git / version control
Vit ímynda okkum at tú
- Ert skipað/ur og megnar at arbeiða við nógvum bóltum í luftini
- Dugir at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum
- Hevur virkisanda og sær virði í áhaldandi at menna teg við nýggjari vitan og førleikum innan yrkisøkið
- Dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga
- Ert fyrikomandi, forvitin og dámar væl fakligar avbjóðingar
Fyrimunir
- Útbúgving innan KT (ikki krav)
- Royndir við Entity Framework / LINQ
- Kunnleiki til Agile menning
Vit bjóða
- Fleksibla arbeiðstíð
- Møguleika fyri at arbeiða heima
- Spennandi verkætlanir
Løn og setanartreytir verða sambært avtalu.
Soleiðis søkir tú
Umsókn við CV, viðkomandi prógvum ella annað skulu sendast til appnet@appnet.fo
Starvið verður sett skjótast til ber.
Spurningar
Vilt tú vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Robert Thomsen, stjóra á tel. 574848 ella á robert@appnet.fo