Persónsupplýsingarpolitikkur fyri nýtslu av heimasíðuni
Í hesum persónsupplýsingarpolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.
Sp/f Appnet
Gjørðabrekka 4
FO 950 Porkeri
V-tal: 595217
Telefon: 89 80 48
Teldupost: appnet@appnet.fo
Tá ið tú sendir okkum eini boð umvegis heimasíðuni, ella t-post innsavna vit upplýsingar um teg.
Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er at svara boðum, sum tú sendir okkum umvegis heimasíðuna, ella t-post.
Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini.
Tá ið tú sendir okkum eini boð gjøgnum heimasíðuna, ella t-post verða boðini goymd í eini CRM skipan. Skipanin eitur HubSpot, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá HubSpot kanst tú lesa her: https://legal.hubspot.com/privacy-policy
Vit goyma persónupplýsingar um teg, so leingi hetta er neyðugt til at røkja endamálið við viðgerðini av teimum. Hava vit einki samband við teg í 18 mánaðar, verða persónupplýsingarnar strikaðar.
Upplýsingarnar vera tó goymdar í longri tíðarskeið, um hetta er álagt í aðrari lóggávu.
Vit brúka kennifílar á heimasíðuni til tess at betra um tænastuna á síðuni. Hetta til tess, at gera heimasíðuna meira ítøkiliga og viðkomandi fyri brúkaran. Brúk av kennifílum verður heimilað í ítøkiligum samtykki, sum altíð kann takast aftur.
Tú kanst lesa meira um kennifílar/cookies nýtsluna á heimasíðuni hjá Appnet her.
Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. Fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg, fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.
Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til datuvernd@appnet.fo Vit seta okkum tá í samband við teg um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi, umframt at staðfesta tín samleika.
Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál v.m.
Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein í ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.
Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki meinar eru rættar.
Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur, av tí at ávísar persónupplýsingar ikki kunnu strikast orsaka av aðrari lóggeving, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar
Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær eru nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær er skerdur.
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.
Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.
Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.
Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á datuvernd@appnet.fo
Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Sambandsupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo